Pengarnir úr Danmark niðri á tveimum prosentum

Pengarnir úr Danmark niðri á tveimum prosentum
Ríkisveitingin, blokkurin, er tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum er 28,4 milliardir krónur
Blokkurin er nú tvey prosent av BTÚ.
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.12.2025 - 12:48

Ríkisveitingin, blokkurin, er tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum er 28,4 milliardir krónur.

Í fjør var rikisveitingin 2,1 prosent av BTÚ.

Prosentparturin minkar hvørt ár. Hann var til dømis trý prosent í 2020.

Størstur var hann í 1994. Tá var hann 17,1 prosent.

Í fjør var ríkisveitingin 3,9 prosent av inntøkunum hjá landi, kommunum og almennum grunnum.

 

Fer niðureftir

Eisini tað talið fer niðureftir.

Tað var 5,3 prosent í 2020 og 17,1 prosent í 1999.

Tølini til 1997 eru ikki tøk.

Hesi tølini eru í svari frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

Hann sigur, at var ríkisveitingin strikað í einum, høvdu vit neyvan merkt meira enn eitt lítið sveiggj í búskapinum.

Men hóast hann nú bara er ein fíggjarligur viðfáningur, so fyllir blokkurin framvegis nógv í politiska kjakinum, sigur Erling Eidesgaard.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120