Lesandi fáa nakrar krónur aftrat

Lesandi fáa nakrar krónur aftrat
Lestrarstuðulin hækkar eitt vet næsta ár, tí javningarprosentið í 2026 er 2,71
Nakrar krónur afrat fáa tey, sum lesa,
 
26.12.2025 - 12:58

Lestrarstuðulin hækkar eitt vet næsta ár, tí javningarprosentið í 2026 er 2,71.

Studningurin til teirra, sum eru í miðnámi ella í fólkaskúla, verður 4.668 kr. um mánaðin hjá forsyrgjarum og hjá teimum, sum skjalprógva útreiðslur til egnan bústað.

Hann er 4.545 kr. nú, altso 123 krónur minni. 

Onnur fáa 2.248 kr., 59 krónur meira um mánaðin enn í ár.

Lestrarlán verður í mesta lagi 2.960 kr. um mánaðin, 78 kr. meira enn nú.

Bókastudningur verður 4.455 kr., 18 kr. meira enn nú.

Vistarhaldsstudningur verður 3.112 kr, 82 krónur meira enn.

Barnastudningurin verður 1.222 fyri hvørt barnið undir 18 ár, 32 krónur meira enn nú og studningurin til einsamallar uppihaldarar verður 1.874 kr. um mánaðin, 49 kr. meira enn nú.

Javningarprosentið í ár er 3,6 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527