Brigitte Bardot er deyð 91 ára gomul

Brigitte Bardot er deyð 91 ára gomul
Kenda franska sjónleikarinnan og stríðskvinnan fyri djóravælferð, Brigitte Bardot, er deyð, 91 ára gomul
Mynd: r  
 
28.12.2025 - 16:13

Brigitte Bardot hevði sína glanstíð sum sjónleikarinna, filmikon, model og sangari í fimti- og sekstiárunum. 

Nú er hon deyð, 91 ára gomul. 

Hetta skriva altjóða miðlar. 

 

Stríddist fyri djóravælferð

Brigitte Bardot fekk sítt altjóða gjøgnumbrot sum 22 ára gomul við filminum "Et dieu... créa la femme", sum týtt til føroyskt merkir "Og Gud skapti kvinnuna".

Sambært franska blaðnum Le Monde, so spældi Brigitte Bardot við í 56 filmum, áðrenn hon gavst í filmsvinnuni í 1973 einans 39 ára gomul. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Hon valdi tá at halga sítt lív til at stríðast fyri djóravælferð, og hevur ofta funnist at føroyingum fyri at halda grind til. Eitt nú var ein bátur hjá Sea Shepherd uppkallaður eftir Brigitte Bardot.

Júst hendan bátin kenna føroyingar væl, tí í 2015 var Sea Shepherd í Føroyum við júst bátinum "Brigitte Barot", fyri at steðga grindadrápi. Sea Shepherd hevur síðani selt bátin. 


Hon spældi eisini við í musikals og gav plátur út. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457