Stórur partapeningur

Stórur partapeningur
Nýggja partafelagið Smyril Line Holding hevur nærum 100 milliónir krónur í partapeningi
Nýggja felagið skal eiga partabrøv í Smyril Line.
 
30.12.2025 - 09:10

Nýggja partafelagið Smyril Line Holding hevur nærum 100 milliónir krónur í partapeningi.

Partapeningurin er 99 milliónir og 690.975 kr.

Inngjaldingarhátturin er í øðrum virðum, sum sagt verður í fráboðanini til Skrásetingina.

Kursurin er 597,1.

Seks størstu eigararnir í Smyril Line, millum annað landsstýrið, hava stovnað Smyril Line Holding, sum eigur 89 prosent í Smyril Line.

Smyril Line Holding hevur eittans endamál, og tað er at eiga partabrøv í Smyril Line.

Nevndin og stjórnin í Smyril Line Holding eru tær somu sum í partafelagnum Smyril Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454