Fiskidagarnir kunngjørdir

Fiskidagarnir kunngjørdir
Bólkur 5, tað eru útróðrarbátar undir 15 tons, sum fiska við húki, fær 5.207 fiskidagar næsta ár
Nógv færri fiskidagar eru nú enn tá teir komu.
 
31.12.2025 - 13:58

Bólkur 5, tað eru útróðrarbátar undir 15 tons, sum fiska við húki, fær 5.207 fiskidagar næsta ár.

Harafturat eru 1261 dagar til bátarnar, sum ikki eru fullriknir, og tí í bólki 5B.

Trolbátar fáa 929 fiskidagar, teir stóru útróðrarbátarnir fáa 1179 fiskidagar, línuskip fáa 1354 fiskidagar og trolarar fáa 3.752 fiskidagar á innaru leið og 1326 á teirri ytru.

Fiskidagarnir eru fimm prosent færri enn í ár.

Fiskidagarnir eru í nøkrum bólkum á leið helvtini færri nú, enn tá fiskidagaskipanin kom.

Í 1997 høvdu partrolarar 7.199 fiskidagar og línuskip 2.660 dagar.

Bólkur 5, húkabátarnir, høvdu 23.625 dagar.

Lítlu utróðrarbátarnir høvdu 4.696 fiskidagar og teir stóru 4.632 dagar.

Fiskifør, sum avreiða livur, rogn ella annan innvøl úr fiski, fáa eyka fiskidagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423