Littler fór avstað við sigrinum

Littler fór avstað við sigrinum
Fyri aðru ferð á rað fer 18 ára gamli Luke Littler úr Bretlandi avstað við heimsmeistaraskapinum í dart
18 ára gamli Luke Littler úr Bretlandi vann sannførandi 7-1 í endadystinum í dart í gjár ímóti 23 ára gamla hollendska Gian van Veen
Mynd: Paul Childs/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.01.2026 - 14:21

18 ára gamli Luke Littler úr Bretlandi vann sannførandi 7-1 í endadystinum í dart í gjár ímóti 23 ára gamla hollendska Gian van Veen.

Fyri aðru ferð á rað fer bretski Littler avstað við heimsmeistaraskapinum í dart.

Seinasti dartspælarin, sum vann annað árið á rað var Gary Anderson, sum vann í 2015 og 2016, skrivar danska TV2.

Littler legst sostatt afturat hópinum við Phil Taylor, Adrian Lewis og Gary Anderson, sum hava vunnið HM í dart meira enn eina ferð á rað, skrivar the Guardian. 

Nakað skal til afturat, áðrenn Littler megnar at yvirhála Phil Taylor, sum hevur vunnið HM í dart 16 ferð.

Men 18 ára gamli Littler vísir ikki aftur, at hann fer eftir málinum:

- Eg havi enn 14 ár eftir. 15-16 ár afturat vil eg siga. Um tað hendir, so hendir tað. Eg ætli mær at halda fram í langa tíð. Og eg ætli fyri at vinna, sigur Luke Littler við the Guardian.

Luke Littler var bara sekstan ára gamal, tá spældi sín fyrsta dyst í heimsmeistaraskapinum í dart í 2024, og endaði á øðrum plássi ímóti Luke Humphries í endadystinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Týsdag 6. januar
Morgunlestur týsdagur 6.januar 2025
202088
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274