Føroyar stuðla Grønlandi

Føroyar stuðla Grønlandi
Eingin annar enn Grønland skal ráða yvir Grønlandi, sigur løgmaður, nú Trump sigur landið vera eitt áhugamál
05.01.2026 - 19:39

Løgmaður hevur framvegis vón um at altjóða avtalur halda, hóast Trump hevur tikið ræði á Venesuela og enn einaferð sigur seg vilja hava Grønland.

 

Trump tikið ræði á Venesuela

Tað var leygamorgunin, at Donald Trump, forseti í USA, tók Nicolás Maduro, forseta í Venesuela, til fanga.

Hetta hendi í heiminum hjá Maduro, sum síðani bleiv førdur til USA, har hann seint mánadag skal fyri rættin fyri narkokriminalitet.

 

USA skal ikki hava Grønland

Síðani hendingina hevur Trump enn einaferð nevnt, at hann vil hava Grønland. 

Hetta verur ikki góðtikið her heima. Grønland skal ráða yvir Grønlandi, og eingin ivi er um, at Føroyar stuðla Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Trump heldur orð

Tað er ikki til at vita, um Trump fer at gera álvara av orðunum um Grønland.

Sambært Marco Rubio, uttanríkisráðharra í USA, ger Trump, sum hann sigur.

Sambært løgmanni er vónin tó, at samskiftið millum Evropa og USA spælir væl av. Um ikki, er heimsskipanin, sum vit kenna hana, í upploysn, sambært honum.

 

Føroyar eru ikki í vanda

Hóast Trump er áhugaður í Grønlandi, eru Føroyar ikki í vand, sambært løgmanni. 

- Tað er ikki soleiðis, at vit eru hótt av nøkrum beint nú. Vit kunnu føla okkum trygg í Føroyum, sigur løgmaður og leggur aftrat:

- Eingin hevur víst okkum áhuga, og tað er tað, vit miðja eftir heldur fram.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115