Handverkarar vilja hava størri part av lívrentuni aftur

Handverkarar vilja hava størri part av lívrentuni aftur
Formaðurin í Føroya Handverkarafelag skjýtur upp, at størri partur verður goldin út beinanvegin, og at lívrentan verður samsvarandi minni
Handverkarar vilja hava størri part av lívrentuni út, sum teir hava goldið inn.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2026 - 18:00

Handverkarafeløgini halda lógarkrøvini um lívrentu vera órímiliga og heita á politisku skipanina um at broyta lógina, soleiðis at handverkarar fáa størri part aftur av tí, sum teir sjálvir hava goldið inn. 

Í Føroyum eru pensjónsviðurskifti skipað við lóg, og sambært henni skulu minst 12 prosent av útgoldnum lønum fara til egna pensjónsuppsparing.

So er tað útgjaldið. Trý sløg av útgjøldum eru nevnd í lógini: lívrenta, lutaeftirløn og kapitalútgjald. Mest viðkomandi í hesum samanhangi er tað fyrsta.

 

Suni Simonsen er formaður í Føroya Handverkarafelag.

 

Lívrenta er eitt fast gjald, sum ein pensjonistur fær restina av lívinum. Men hon dettur burtur, tá pensjonisturin doyr, og hon kann ikki arvast.

Í almennum skrivi vísa handverkarafeløgini til donsk tøl, sum vísa, at akademikarar liva 6-7 ár longur enn ófaklærd og handverkarar. Og tey siga, at einki er, sum bendir á, at munurin er minni í Føroyum.

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, skjýtur upp, at størri partur verður goldin út beinanvegin, og at lívrentan verður samsvarandi minni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12012026_Livrenta

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297