Herfólk síggjast í Grønlandi

Herfólk síggjast í Grønlandi
Fleiri herfólk og hernaðarútgerð eru komin til Grønland seinastu dagarnar. Væntað verður, at fleiri verða at síggja í Nuuk komandi dagarnar.
 
17.01.2026 - 14:20

Í gjárkvøldi lendi enn eitt flogfarð við herfólkum úr NATO-londum í Nuuk, og í fleiri dagar hava hernaðarflogfør flogið aftur og fram millum Danmark og Grønland við herfólkum. 

Tað eru donsk, fronsk og týsk hernaðarflogfør, sum flúgva donsk og evropeisk herfólk, umframt hernaðarliga útgerð til Grønland. 

Lasse Lindegaard, journalistur hjá DR sigur soleiðis um støðuna 

1788903

 

Hernaðarlig hjávera úr ymsum Nato-londum
Í løtuni eru Nato-hermenn úr Danmark, Norra, Týsklandi, Fraklandi í Grønlandi. Svøríki, Ongland og Holland hava eisini lovað, at senda herfólk til Grønlands at vera við í NATO-venjingini

Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at í gjár høvdu tvey donsk F-35-stríðsflogfør og eitt franskt flogfar, sum veitir brennievni í luftini, venjingar við eysturstrond Grønlands. Flogførini flugu úr Danmark og Fraklandi. Sermitsiaq skrivar, at fløgførini flugu yvir Føroyum.  

NATO-skip eru eisini á veg til Grønland, skrivar DR. Grønlendska kringvarpið, KNR skrivar, at Søren Andersen, generalmajorur, og leiðari í Arktisk Kommando, í gjár bjóðaði USA um eisini at taka lut í venjingini í Grønlandi.  Tað er Reuters, sum hevur tosað við hann. Bíðað verður nú eftir svari. 

Hernaliga virksemið er tað stórsta, sum danska verjan hevur higartil hevur havt, siga keldur við DR. Endamálið sigst, sambært DR, vera at styrkja hernaðarliga virksemið í økinum og at verja Ríkisfelagsskapin um neyðugt. 

Grønlendingar verða kunnaðir
Fólkið í Grønlandið er og verður kunnað meir um støðuna.

- Tá ið venjingin fer í gongd, verður fólkið í Grønlandið kunnað meira, sigur Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráharri hevur sagt soleiðis um økta hernaðarliga virksemið. Tað er avgerðandi, at danska stjórnin og alt kongaríkið raðfestir hernaðarliga virksemið, og virksemið hjá øllum NATO í arktiska- og norðuratlantska økinum. Soleiðis betra vit um okkara felags trygt í Arktis, segði Troels Lund Poulsen á tíðindafundi mikudagin.

USA hevur umleið 150 herfólk í Grønlandi á Pituffik Space Base, sum áður varð kallað Thule-basen. Verjuavtalan fyri Grønland frá 1951 gevur amerikanska herinum stórt sær fría atgongd til Grønland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980