Føroyar eru úti av EM-endaspælinum eftir tap móti Slovenia

Føroyar eru úti av EM-endaspælinum eftir tap móti Slovenia
Øll vistu, at slovenar fór at vera tungir at sifta fyri okkara hondbóltsdreingir, og tað vóru teir eisini. Føroyar taptu 30-27 og eru úti av EM-endaspælinum.
Óli Mittún fekk sera harðar viðferð av svínsku slovensku verjuni
Mynd: Kolektiff  
 
20.01.2026 - 21:17

Føroyar máttu hava stig fyri at koma víðari til miðumfarið í EM-endaspælinum, tí Montenegro hevði onkursvegna latið - ja, latið - Sveis vinna við júst so nógvum málum, 16, sum Føroyar vóru frammanfyri Sveis, áðrenn síðsta umfarið í bólkinum. 

Luktar tað? Ja, rættiliga illa - antin av svartfjallatimburmonnum ella onkur meira luskutum. 

Í grundini er tað ikki rættiliga svínsku slovenarnir, ið mann er mest óður inn á beint nú, men inn á hasar svartfjallabúgvarnir, sum vóru so botnvánaligir. 

Svartfjallabúgvar untu ikki føroyingum at stríðast eitt sindur fyri okkum, at vit høvdu møguleikan at spæla okkum víðari. 

Tað ætli eg mær ikki at gloyma teir fyri. 

 

Høvdu møguleikan

Føroysku leikararnir fingu møguleikan at vinna dystin, tá teir komu flúgvandi út til seinna hálvleik og løgdu seg framum við tveimum málum.

Men orka tóktist ikki ordiliga at vera har í kvøld, tí tú sat ongantíð við einari kenslu av, at vit vóru ordiliga omaná. 

Givið er, at vit hava ikki somu breiddina sum størri hondbóltstjóði, og tí spæla Føroyar spalt. Tað vil siga, at vit brúka teir somu spælararnar nógv. 

Tað sást nokk eisini í dystinum, tí føroysku leikararnir tóktust eitt sindur tungir.

Tí var eisini gott at síggja Allan Norðberg sleppa á vøllin og skora nøkur mál. Og at Tórður Guttesen, ið hevur spælt sera lítið, eisini fekk víst hvørjar knotur eru í honum, tá hann bjargaði einum brotskasti.

 

Mynd: JN.fo

 

Hinvegin so blivur føroyingar eisini avbardir av nøkrum sera stórum og svínskum slovenum. 

Reyða kortið var einaferð á loftið, men spurningur er, um tað ikki átti at verið blátt. 

 

 

Vunnu aftur EM

Tá tað er sagt, so skuldu Føroyar havt bundið um sekkin, tá Sveis var í honum í fyrsta dystinum. 

So hóast vir eru hørm, so kunnu leikarar iðra seg um møguleika, ið teir ikki tóku av. 

Kenslan, ið føroyingar fara úr Oslo við, er, at vit enn einaferð vunnu EM-endaspælið - á áskoðararplássunum og í grundini eisini á vøllinum við sera vøkrum hondbóltsspæli.  

Mynd: Kolektiff

 

Vakrir dagar í Oslo

Føroyingar kunnu gleðast um nakrar vakrar dagar í Oslo, bæði á og uttanfyri vøllin. 

Hesi ungu leikararnir koma aftur - størri og sterkari. 

Og lítið er at ivast í, at føroysku fjeppararnir vera har aftur at stuðla teir so fyrimyndarliga. 

Takk fyri dreingir! Takk fyri føroyingar. 

 

Slovenia - Føroyar 30 - 27 (16 -15)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 8
Hákun West av Teigum 4
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Teis Horn Rasmussen 2
Allan Norðberg 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472