Bústaðarprísirnir eru hækkaðir átta ár á rað

Bústaðarprísirnir eru hækkaðir átta ár á rað
Í fjør hækkaðu prísirnir 13 prosent
Í høvuðsstaðnum er miðal sethúsprísurin nú 4,4 milliónir kr. (Savnsmynd)
 
22.01.2026 - 13:04

Húsaprísirnir hækkaðu nógv í fjør - heili 13 prosent - og tað er munandi meira enn undanfarin ár.

Tað sigur Skyn um gongdina á bústaðarmarknaðinum í 2025.

Hetta er áttanda árið á rað, at bústaðarprísirnir hækka. 

Prísvøksturin sæst kring alt landið, men tað er serliga í Havn, at prísvøksturin er stórur. Í høvuðsstaðnum er miðalprísurin fyri sethús nú 4,4 milliónir krónur, sambært Skyn.

- Vit vænta, at prísurin heldur fram at hækka í ár, men tó meira hóvliga,  tí framvegis er stórur tørvur á fleiri bústøðum - bæði at eiga og at leiga, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyni.

 

Talva: Skyn
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554