Bankapartabrøv finna rætta legu

Bankapartabrøv finna rætta legu
Per Grønborg, partabrævagreinari, vísir á tvær orsakir til, at virðið á til dømis Føroya Banka er hækkað so nógv, sum tað er hetta seinasta árið
 
24.01.2026 - 15:59

Fyrra orsøkin er, at bankar í Evropa hava klárað seg væl í 2025. Hjá størstu bankunum er avkastið umleið 75 prosent. Bankar, sum eru skrásettir í Keypmannahavn hava í miðal givið 63 prosent í avkasti.

Verður hugt eftir bankunum, sum eru skrásettir í keypskálanum í Keypmannahavn, so var Føroya Banki í fjør tann bankin, sum hevði tað størsta avkastið alt íroknað. Samanlagt varð avkastið hjá Føroya Banka í 2025 114 prosent, tá vinningsbýtið er íroknað, og so væl kláraði eingin annar banki seg, sigur Per Grønborg.

Marknaðurin er nú tilreiðar at gjalda munandi meiri eina krónu av vinningi, enn hann var fyri einum ári síðan, sigur Per Grønborg. Og hann leggur afturat, at verður hugt eftir fýra teimum størstu bankunum í Danmark, so var marknaðurin við ársbyrjan í fjør sinnaður til at rinda 7,4 ferðir tað, sum bankarnir roknaðu við at forvinna í 2026. Tá árið endaði, var 7,4 broytt til 11,5 ferðir. 

Tað er ein øking uppá umleið 50 prosent og hetta rakar sjálvandi eisini Føroya Banka, sigur greinarin. Harumframt, leggur hann afturat, hevur gongdin í bankanum í ár verið rættiliga postiv, og tað er ein kombinatión av hesum báðum, sum er orsøkin til gongdina.

Men tað er tí, at bankarnir hava ligið lægri enn teir í grundini áttu at ligið, at kursurin hevur verið so lágur, sigur greinarin.

Lág renta
Vit høvdu eitt tíðarskeið við øgiliga lágari rentu, áðrenn rentan í 2022 ella har á leið byrjaði at hækka. Men hóast bankarnir forvunnu meira, so vóru íleggjararnir ivasamir. Kanska tí mann var bangin fyri, at búskaparliga gongdin fór at steðga upp, og tí vóru leggjararnir ikki sinnaðir at rinda ov nógv fyri bankapartabrøvini. 

Nú hevur tíðin so víst, at búskapurin fótaði sær, váðin at eiga partabrøv í bankum er nógv minni enn hildið, og tí eru íleggjararnir sinnaðir til at rinda tað, sum líkist tí, sum bankarnir veruliga eru verdir, sigur Per Grønborg.

Hoyr samrøðu við Per Grønborg, partabrævagreinara, niðanfyri.

 

1790056

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615