Hwarang Føroyar vann fimm heiðursmerki

Hwarang Føroyar vann fimm heiðursmerki
Kemparnir frá Hwarang Føroyar vunnu fimm heiðursmerki til Nordic Taekwondo Championship 2026 í Skanderborg um vikuskiftið
Hwarang Føroyar: Frá vinstru; Høgni Kunoy Dávason, Prashim Khadka, Stefan Mifsud, Jerrold Balagasay, Jónar Kristiansson Poulsen, Boas Hansen, Mathias Gabrielsen - venjari
Mynd: Hwarang Føroyar  
 
26.01.2026 - 12:44

Seks kemparnir frá Hwarang Føroyar hava um vikuskiftið verið til Nordic Taekwondo Championship 2026 í Skanderborg. Tað bleiv til fimm heiðursmerki.

Høgni K. Dávason vann bæði á Norra og Danmark við 2-1 sigrum. Í hálvfinaluni tapti Høgni K. Dávason fyri norskari mótstøðu og endaði við einum bronsu heiðursmerki. 

Jerrold Balagasay kempaði tveir fantastiskar dystir og vann bæði á Danmark og Norra. Finalan var móti nummar 1 á heimsstyrkilistanum. Tað bleiv ein trupul dystur, sum Jerrold Balagasay tapti 2-0 og vann tí silvur heiðursmerki.

Stefan J. Mifsud vann fyrsta dystin trygt 2-0 og luttók annað árið á rað í finaluna í -45 kg Kadet. Her mátti hann lúta fyri svenskari mótstøðu. Stefan J. Mifsud vann tíðskil silvur heiðursmerki.

Jónar K. Poulsen luttók í -41 kg Kadet. Hann vann 2-1 í fjórðingsfinaluni, men tapti tepurt í hálvfinaluni. Hann fekk eitt bronsu heiðursmerki heima við. Boas Hansen var við til sína fyrstu kapping í eitt ár. Hann fekk eina góða byrjan, endaði við at tapa 2-0. Prashim Khadka kom beint í hálvfinaluna og kempaði móti einum frá Svøríki. Tað bleiv ein trupul dystur, sum endaði við einum 2-0 tapi. Prashim Khadka vann bronsu heiðursmerki.

- Allir íðkarar frá Hwarang Føroyar mugu av landinum, fyri at sleppa at kempa. Tí er hesin túrurin  læruríkur og gevur trúgv upp á fleiri heiðursmerkir í framtíðini, sigur Noomi Heradóttir, forkvinna í Hwarang Føroyar.

Føroysku heiðursmerkini:

Høgni Kunoy Dávason vann bronsu í -74 kg Senior

Prashim Khadka vann bronsu í -54 kg Senior

Jerrold Balagasay vann silvur í -45 kg Junior

Stefan J. Mifsud vann silvur í - 48 kg Junior

Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kade

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635