Gimmi Olsen virkandi sóknarprestur í Havn og Nólsoy

Gimmi Olsen virkandi sóknarprestur í Havn og Nólsoy
Hann skal eisini røkja Sandoyar prestagjald saman við Havsteini Klein í eini royndarætlan
Gimmi Olsen verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi næsta hálva árið.
Mynd: Fólkakirkjan  
 
28.01.2026 - 11:49

Gimmi Olsen verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi næsta hálva árið, til 31. juli.

Tað boðar Fólkakirkjan frá. 

Talan er um hálvtíðarstarv, har Gimmi Olsen skal røkja sóknarprestatænastuna hjá nýggja dómpróstinum, Mariu J. Niclasen, í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju. 

Fólkakirkjan upplýsir, at Gimmi Olsen eisini skal røkja Sandoyar prestagjald saman við Havsteini Klein, sóknarpresti. Talan er um eina royndarverkætlan, hálva tíð.

48 ára gamli Gimmi Olsen var prestvígdur í Glyvra kirkju í oktober í fjør. Fyrstu tríggjar mánaðirnar virkaði hann sum prestur fyri Meinhard Bjartalíð, sum var í farloyvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025