Ben Arabo: Koyr veðurlagslógina í skrell!

Ben Arabo: Koyr veðurlagslógina í skrell!
Hóast hann er formaður í nýskipanarnevndini, heldur Ben Arabo ikki, at tað er ein trupulleiki at siga sína privatu meining um veðurlagslógina
Ben Arabo vil hava landsstýrið at koyra uppskotið um veðurlagslóg í skrell.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2026 - 13:10

- Koyr uppskotið um veðurlagsbroytingar í skrell! 

So avgjørdur er Ben Arabo, ein av fremstu ráðgevum løgmans.

Hann er formaður í nýskipanarnevndini, sum fyrsta dagin kemur við nýggjum tilmælum at trimma almenna geiran.

Men Ben Arabo heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at hann sigur sína privatu meining um veðurlagslógina, sjálvt um hon er beint øvut av politikkinum hjá samgonguni.

Ben Arabo hevur fleiri ferðir áður sagt, at hann er ímóti eini veðurlagslóg. Men tað vekir ans, at hann skrivar lesarabrævið "Nei til veðurlagslóg" beint undan fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28012026_Ben_1


Hoyr longri samrøðu við Ben Arabo her:

 

28012026_Ben_Net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804