Løtan av gulli

Løtan av gulli
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið 6. og 7. februar er “Løtan”, tá Kim Hansen, “Meistarin” innan tónleik, trínur á pall við bólki og Føroya Symfoniorkestri
Mynd: Leivur Thomsen  
 
29.01.2026 - 11:47

“Maria”, “Drongur” og “Fagri flokkur” fara “Upp á gólv” til ein “Kontri og western sang”. Vit gleða okkum til “Tíð, ið koma skal”. “Góða”, náttin er “Ísakøld”, men “Kenslur mínar brenna” og ljósið í stóra sali spælir eins og “Lognbrá”.  
  
Stórslignu konsertirnar við Kim Hansen, bólki, solistum og Føroya Symfoniorkestri verða í stóra sali í Norðurlandahúsinum.

- Konsertin verður av vakrastu og mest rørandi konsertunum, sum kunnu upplivast í Føroyum í ár. Eftir at hava hoyrt útsetingarnar, so vænti eg eina konsert, sum fer beint í hjartað og setir djúp spor eftir seg, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri. 
 

Kim Hansen við gestasolistum og symfoniorkestri

Kim er klaverleikari á hægsta stigi, hann er framúr góður sangari, framleiðari, lagskrivari og tónleikin kenna vit øll. Kim hevur 10 tónleikarar við sær á pall. Lena Andersen, M.C. Restorff og Jens Marni Hansen eru gestasolistar. Ímyndið tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur  tað verður neyvan vakrari. 

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Eftir sera væleydnað samstarv við Týr, Marius Ziska og Stongum, Guttesen, Ravnsfjall, so er Kim Hansen næst í konsertrøðini, tá Føroya Symfoniorkestur samstarvar tvørtur um tónleikagreinar. 

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar konsertirnar við Kim. 


 

Eitt brak av eini konsert

Hóast konsertin er ein standikonsert, verða stólar eisini settir upp afturi í Klingruni. Sostatt ber til at bíleggja sitipláss við at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.  

Konsertin leygarkvøldið 7. februar er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina fríggjakvøldið 6. februar. Nú er at gleða seg til enn eitt brak av eini tvørtónleikaligari konsert við tónleikalandsliðnum Føroya Symfoniorkestri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659