Vitlíki eigur at vera lærugrein burturav í fólkaskúlanum

Vitlíki eigur at vera lærugrein burturav í fólkaskúlanum
Tóri Slættalíð, serfrøðingur, og Gitte Klein, sálarfrøðingur, vóru í Breddanum fyrrapartin
Gitte Klein og Tóri Slættalíð vóru í Breddanum fyrrapartin. 
 
29.01.2026 - 13:47

Tíðin er komin til, at tøkni, - eisini vitlíki - verður lærugrein burturav í fólkaskúlanum, so børn læra at vera kritisk í sambandi við vitlíki.

Tað sigur Tóri Slættalíð, serfrøðingur í vitlíki, nú kanningar vísa, at alsamt fleiri ung venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum.

Samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum ráð um sjálvsskaða - við álvarsligum avleiðingum.

Tóri Slættalíð og Gitte Klein, sálarfrøðingur, vóru í Breddanum fyrrapartin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29012026_Vitliki

 

Allur Breddin kann hoyrast her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040