Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?

Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í snarskipanini, tí tey sleppa ikki víðari
Spurnartekn verður nú sett við, um snarskipanin bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum. (Savnsmynd)
 
30.01.2026 - 09:06

Føroyar mangla arbeiðsmegi, og Fast Track-skipanin skuldi vera loysnin: Ein skjót og smidlig leið at fáa fólk til landið at arbeiða. 

Men fleiri seta nú spurnartekn við, um skipanin í veruleikanum bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum.

Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í hesi snarskipan, har tey arbeiða, men sleppa ikki víðari, hóast tey vilja tað, og vilja gerast partur av føroyska samfelagnum. 

Spurningurin er tí: riggar Fast Track-skipanin eftir ætlan - ella skapar hon eitt A- og B-samfelag? 

Og hvør hevur ábyrgdina, tá samfelagið vil hava arbeiðsmegi, men útlendingar ikki kenna seg vird sum menniskju?

Tað spyrja vit í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846