Veteranar mótmæla

Veteranar mótmæla
Skipað verður fyri stórari mótmælisgongu í Keypmannahavn í dag, har eisini føroyskir veteranar eru við
 
31.01.2026 - 11:03

Danska Veteranfelagið skipar í dag fyri mótmælisgongu í Keypmannahavn, eftir at amerikanski forsetin hevur úttalað seg forhánisliga móti NATO-hermonnum.

Donald Trump hevur sagt, at USA ongantíð hevur havt brúk fyri NATO-hermonnum og at teir, sum vóru við í Afghanistan, ikki hildu seg framat á hermótinum. 

Føroyskir veteranar hava eisini verið í krígnum, og eru til staðar til mótmælisgonguna í dag.

Eisini í Nuuk verður mótmælisgonga frammanfyri amerikansku sendistovuni og har eru føroyskir veteranar eisini við.

Her fara tey møttu at halda tøgn í fimm minuttir. Ein minutt tøgn fyri herin, ein minutt tøgn fyri flogverjuna, ein minutt tøgn fyri sjóverjuna, ein minutt tøgn fyri Neyðhjálparstovuna og ein minutt tøgn fyri løgregluna. Tað skrivar DR. 

Bæði í Keypmannahavn og í Nuuk byrja mótmælisgongurnar klokkan 13 lokala tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360