Ungdómsting skal viðgera aldursmark at brúka snildfon og sosialar miðlar

Ungdómsting skal viðgera aldursmark at brúka snildfon og sosialar miðlar
Níggju uppskot eru vald burtur úr teimum 28, sum komu
Frá ungdómstinginum í 2024. Ungdómsting er annaðhvørt ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.02.2026 - 08:07

Ungdómstingið 2026 er í hesi vikuni, í morgin og mikudagin.

Níggju uppskot eru vald burtur úr teimum 28, sum komu.

Uppskotini eru millum annað um bíligari menstruatiónsvørur, koyrikort til 17 ára gomul, aldursmark fyri at brúka snildfonir og sosialar miðlar, pensjónsaldur, og um at lækka valaldurin til kommunuval niður í 16 ár.

Og Suðuroyartunnilin er eisini við her. Uppskot er um at raðfesta hann hægri fíggjarliga.

 

Tríggjar nevndir

Tríggjar nevndir skulu viðgera uppskotini eftir fyrstu viðgerð. 

Tær eru rættarnevndin, trivnaðarnevndin og mentanarnevndina

Seinnapartin mikudagin sleppa ungu tingfólkini at spyrja løgmann og landsstýrisfólkini.

 

32 næmingar

32 næmingar eru í ungdómstinginum, og so kemur løgtingsforkvinnan aftrat.

Sjey skúlar eru við. 

Teir eru Sandoyar meginskúli, Runavíkar kommunuskúli, skúlin á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúli, skúlin á Fløtum, skúlin við Løgmannabreyt og Sørvágs skúli.

Ungdómsting er annað hvørt ár. Fyrstu ferð var í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659