- Eg bleiv nokkso paff

- Eg bleiv nokkso paff
Eg royni at leiða við størstu virðing fyri starvsfólkunum, at ganga á odda og vera virðilig sjálv, og eri glað fyri at tey eisini virða meg
 
05.02.2026 - 09:54

Ársins leiðari á almenna økinum gjørdist í ár Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er skúlastjóri á húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú eitur Rótin.
Hon hevur staðið á odda fyri skúlanum síðan 1995, og hevur leitt stovnin gjøgnum nógvar broytingar hesa tíðina. Ikki minst flytingina úr gomlu sethúsunum í nýggja stáslliga bygningin, sum skúlin nú húsast í.

Starvsfólkahópurin er tvífaldaður seinasta árið og næmingatalið økt, og við hesum broytast arbeiðsumstøðurnar, men okkurt broytist ikki.

- At vera skúlastjóri eitt sovorðið stað er at kalla eitt lívsstarv, og tú mást tíma tað ordiliga væl, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti og leggur dent á, at tú ikki rekur ein slíkan skúla einsamøll, tí uttan góð starvsfólk gerst einki, so heiðurin eiga øll fólkini í húsinum.

Seinastu árini hava ommubørnini ikki sæð nógv til Jóhonnu, tí tá hon ikki hevur undirvíst í skúlanum, hevur hon fyrireikað bygging av nýggjum skúla, innflyting og arbeitt við hugskotum um at gagnnýta umstøðurnar í nýggja skúlanum.

Nógv av hesum hugskotum snúgva seg um mat og matgerð, tí sjálvt um hon er leiðari, so brennir hon enn fyri at læra tey ungu um góðan mat og matvanar.

1793089

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563