Sirið Stenberg: Vit samstarva við NATO og USA

Sirið Stenberg: Vit samstarva við NATO og USA
Løgmaður og landsstýriskvinnan í uttanríkismálum eru í hesum døgum á trygdarráðstevnu í München
Henda myndin var tikin í gjár, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var á Nato-fundi í Brússel. Í dag eru hon og løgmaður á trygdarráðstevnu í München.
Mynd: Sirið Stenberg á Facebook  
 
13.02.2026 - 13:14

- Heimurin er í upploysn, og tá er alneyðugt at halda saman í teimum samstørvum, sum vit eru í.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, sum saman við Akseli V. Johannesen er á trygdarráðstevnu í München.

- Vit eru partur av vesturheiminum og samstarva við NATO og við USA, sigur hon.

- Trygdarstøðan í okkara øki ger, at tað er týdningarmikið, at vit eru við, sigur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum. 

Umleið 60 ríkis- og stjórnarleiðarar, fleiri enn 70 uttanríkisráðharrar og 30 verjumálaráðharrar eru við á árligu trygdarráðstevnuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

1302026_Sirid_og_trygdarradstevna

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473