'Kiko' Costa basti Óla

'Kiko' Costa basti Óla
Portugisin Francisco 'Kiko' Costa er valdur til heimsins besta unga hondbóltsspælara frammanfyri Óla Mittún, sum kortini vann atkvøðugreiðsluna hjá hondbóltsfjepparum
Francisco Costa telist millum lyklaspælararnar hjá Portugal, sum hevur tikið seg nógv fram síðstu árini
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
13.02.2026 - 13:17

Tað eydnaðist ikki Óla Mittún at gerast heimsins besti ungi hondbóltsleikari hjá altjóða hondbóltssamgonguni IHF.

Portugisin Francisco 'Kiko' Costa úr Sporting endaði á fyrsta plássi frammanfyri føroyingin og svian Nikola Roganović.

Francisco Costa fekk stóra undirtøku millum venjarar og nevndini hjá IHF fyri venjing og venjingarháttir, CCM, sum samanlagt taldi tveir triðingar í samanteljingini.

Óli Mittún vann atkvøðugreiðsluna fyri hondbóltsfjeppararnar. Í 2023 vann Elias Ellefsen á Skipagøtu heiðurin sum heimsins besti ungi spælari í kapping við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týsklandi.

 


Óli Mittún spældi eitt flott EM-endaspæl, og Í U21-HM í fjør var hann framúr, men tað rakk ikki til heiðurin sum heimsins besti ungi spælari. (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Gidsel hattrikk

Tað kemur neyvan óvart á nakrar, at Mathias Gidsel fór avstað við heitinum sum heimsins besti hondbóltsspælari triðja árið á rað.

Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Fücshe Berlin var stórfavorittur og vann frammanfyri danska málverjan Emil Nielsen og kroatan Ivan Martinović.

Norska Henny Reistad var kosin heimsins besta hjá kvinnunum, meðan Viola Leuchter fekk heiti sum heimsins besti ungi spælari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011