Útvarpið sendir beinleiðis frá borgarafundinum um Suðuroyartunnilin

Útvarpið sendir beinleiðis frá borgarafundinum um Suðuroyartunnilin
Fundurin verður í Salti klokkan 20
Borgarafundurin um Suðuroyartunnilin verður í Salti í kvøld klokkan 20, og hann verður sendur beinleiðis í útvarpinum.
 
16.02.2026 - 13:27

Útvarpið fer at senda beinleiðis frá borgarafundinum í Salti í kvøld, sum allar kommunurnar í Suðuroynni skipa fyri. 

Løgmaður, sum eigur uppskotið um Suðuroyartunnilin, og partafelagið Suðuroyartunnilin fara at hava framløgu, og orðaskifti verður millum forfólkini í øllum flokkum. 

Ung, sum lesa, familjur, sum hava valt Suðuroynna, útisiglarar, ítróttafólk og borgarstjórar seta Suðuroyartunnilin í fokus. 

Fundurin verður klokkan 20, og Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.

Borgarafundurin skuldi vera 7. desember. Men hann var útsettur, tí uppskotið um Suðuroyartunnilin var ikki komið í løgtingið tá. 

Uppskotið er í fíggjarnevndini, sum ætlar at leggja fram álit í hesi vikuni. 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952