Vil hoyra frá tilflytarum og teirra børnum

Vil hoyra frá tilflytarum og teirra børnum
Vit mugu ikki gloyma tann menniskjasliga partin, tá vit kjakast um snarskipanina og tilflytarapolitikk, sigur Vilhem Bergsson, master-lesandi á Fróðskaparsetrinum
Í sínari master-verkætlan fer Vilhelm Bergsson at tosa við tilflytarar og teirra børn.
Mynd: Vilhelm Bergsson/In.fo  
 
17.02.2026 - 19:57

- Stórur dentur verður lagdur á tey vaksnu. Eg síggi, at vit hoyra minni frá teimum, sum tosa um børnini hjá tilflytarum, sum koma higar, sigur Vilhelm Bergsson, sum lesur samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.

Vilhelm Bergsson hevur í lestrartíðini havt ein serligan áhuga fyri tilflyting og integratión. Tí hevur hann eisini fylgt væl við, nú nógv kjak hevur verið um júst tað.

Kjakið hevur eitt nú snúð seg um útlendingalógina, sum ikki var dagførd, áðrenn snarskipanin var sett í verk í 2021.

Tann skipanin hevur til endamáls at gera tað smidligari at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum hjá fólki úr triðjalondum, t.e. uttan fyri Evropa. Hetta hevur av álvara økt um tilflytingina til Føroya.

Kortini hevur ikki verið hugsað nógv um, at nógv teirra hava vónir um at fáa eitt varandi uppihaldsloyvi, sigur Vilhelm Bergsson. Tað vísir ein kanning, sum hann hevur gjørt í sambandi við lesnaðin, har hann tosaði við tilflytarar, sum arbeiða á Bakkafrosti.

- Eg haldi tað vera umráðandi, at teirra sjónarmið koma fram, sigur Vilhelm Bergsson, sum í sínari master-verkætlan nú fer at tosa við tilflytarar og børn teirra.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1795726


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025