Ronja í løtuni: "Tá vit ikki kunnu tosa, so flyti eg til Pluto"

Ronja í løtuni: "Tá vit ikki kunnu tosa, so flyti eg til Pluto"
Ronja Rasmussen er nýggjasti spírin ‘í løtuni’ við sanginum 'Pluto'
Ronja segði seg vera væl nøgda eftir at hava verið við ‘í løtuni’.
Mynd: 'í løtuni'.  
 
20.02.2026 - 11:33

Ronja er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum, men longu nú er greitt, at her er talan um eina dugnaliga songkvinnu við nógvum upp á hjarta. Hon skrivar erligar og sárbærar tekstir, ger fangandi løg, og ljóðið hevur nakað gandakent yvir sær. Ronja framførir vanliga við einum sterkum bólki, men ‘í løtuni’ velur hon ein meira ráan og nærverandi framførsluhátt, har hon stendur púra einsamøll. Bara hon og gittarin. 


Fyrsti føroyski sangurin 

'Pluto' er hennara fyrsti føroyski sangur. Hon byrjaði á sumri 2024 at syngja á føroyskum og spæla gittara, og júst hesin sangurin gjørdist eitt slag av nýggjari byrjan. 

"Eg havi bara gjørt okkurt og hugnað mær. Tú hoyrir tað í sanginum", sigur Ronja við einum brosi og heldur, at sangurin tískil er ein góð lýsing av sær sjálvari. 

Hon greiðir frá, at sangurin varð gjørdur uttan nakra ætlan um at geva hann út. Hetta er ein sera ráur sangur, sum hon gjørdi í skemti. 

"Eg ætlaði ikki at brúka hann til nakað, so hann er ordiliga erligur".


(Mynd úr 'í løtuni')


Samrøðurnar, vit ikki hava 

Hóast heitið bendir á ytstu gongustjørnuna í sólskipanini, snýr 'Pluto' seg ikki um rúmdina, men um tað, sum hendir her á jørðini. 

"Sangurin snýr seg um samrøður, sum vit ikki hava. Tá fólk ikki tíma at tosa um støður", sigur hon. 

Ronju dámar ikki uttanumtos, men er ein, sum vil inn í kjarnuna á trupulleikanum. Hon hevur ilt við at skilja, hví tað kann vera so torført at seta orð á tað, sum er galið, hóast hon eisini er tilvitað um, at vit eru øll ymisk og ikki eins beinrakin sum hon. 

Eg haldi, tað er eitt sindur klikkað, at fólk ikki tíma at tosa og loysa sínar trupulleikar, 

– Ronja Rasmussen.

 

Tá hon syngur, at hon flytur til Pluto, er tað myndamál fyri at vilja so langt burtur sum gjørligt, tá samrøðan steðgar. Hon heldur, at tá tvey ikki kunnu tosa saman frameftir, so gagnar samrøðan ikki longur, og tá er betri at fara. 

Kortini er tað ikki heilt tilvildarligt, at júst Pluto verður nevnd. Ronja elskar planetir, stjørnur og mánar og finnur nógvan íblástur í rúmdini. Hon greiðir frá, at tað altíð hevur hugtikið hana, og skuldi hon sjálv verið ein gongustjørna, hevði tað verið Pluto. 

"Skuldi eg verið ein planet, hevði eg sikkurt verið Pluto". 


Frá Sement til FMA 

Í 2025 tók Ronja lut í Sement, og tað gjørdist eitt av stóru gjøgnumbrotunum hjá henni. Luttøkan var eitt sindur av tilvild, men tá hon fyrst hevði sett sær tað fyri, fór hon allan vegin. 

"Tá eg kenni, at tað er nakað, eg má gera, næstan sum eitt kall, so leypi eg bara út í tað. Hvørja ferð endar tað gott, tí tú fylgir tí, sum kennist rætt. Eg tími ikki at angra tað seinni".

Hon viðgongur, at tað var ræðandi at standa á palli. 

"Tað var mega skeg, men eg legði ikki merki til, hvussu ræðandi tað fór at vera, fyrr enn eg stóð har". 

Ronja er nú tilnevnd til Ársins Spíra á Faroese Music Awards 2026. 

"Eg var ikki heilt vís í, hvat eg var tilnevnd til, men tá eg spurdi mammu mína, skeyt eg næstan í buks! Eg eri so glað fyri at vera sædd sum ein ordiligur artistur". 

LES EISINI: FMA 2026: Tilnevningarnar


Eitt hús fult av tónleiki 

Tónleikur hevur altíð fylt nógv í heiminum hjá Ronju. Tey eru sjey systkin, og øll spæla tónleik. 

"Á jólum sungu øll í stemmum, og øll spældu gittara og shakers og alt møguligt. Tað var mega skeg". 

Mamman sang altíð fyri henni, og systirin Ása Helena Brynjarsdóttir hevur verið ein týðandi fyrimynd. Eisini hon er tilnevnd til eina FMA virðisløn, ið Ronja er sera errin av. 

Tað hevur verið natúrligt fyri Ronju at kasta seg út í tónleikin, tí hon hevur havt góðar fyrimyndir rundan um seg. 

Øll skulu fylgja sínum dreymum,

– Ronja Rasmussen.

 

 
(Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) Februarkuldin merktist í Kaldbak, og tað var fjálgað um Ronju millum upptøkurnar. 


Einsamøll á palli 

Í kvøld fer Ronja aftur á pall. Hesa ferð púra einsamøll. Hon hevur valt at bjóða sær sjálvari av og standa bert við gittaranum. 

Á konsert í Perluni verða eisini ASA og ALTO á skránni. Tað eru trý spennandi nøvn, sum vísa, hvussu fjølbroyttur og livandi føroyski tónleikapallurin er beint nú. 

Í løtuni situr Ronja í februarkuldanum í síni heimbygd. Bara hon, røddin og gittarin. Rátt. Er­ligt. Og beint í kjarnuna. 

Sí upptøkuna ‘í løtuni’ her: 
 

Ronja_i_lotuni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345