Suðuroyartunnilin: Fíggjarnevndin vil hava broytingar

Suðuroyartunnilin: Fíggjarnevndin vil hava broytingar
Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum mánadagin, og tá verður eisini atkvøtt í málinum
Meiriluti er í fíggjarnevndini fyri at gera Suðuroyartunnilin úr Djúpadali.
 
20.02.2026 - 13:15

Álitið í løgtingsmálinum um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin er nú lagt fyri løgtingið.

Fíggjarnevndin er at kalla samd um at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið, við størri og smærri broytingum.

Tó tekur Miðflokkurin støðu í tingsalinum.

 


Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini. 

 

Gerast í samstarvi við Umhørvisstovuna

Meirilutin í fíggjarnevndini - umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn - mæla løgtinginum til at samtykkja lógaruppskotið.

Í sínum viðmerkingum vísir meirilutin á týdningin av at taka atlit til náttúru og umhvørvi. 

Tí skal skipan av vegaføringini í Djúpadali, skipan av tunlinum gjøgnum Traðarhamar, vegaføringin eystan fyri Sandsvatn, umframt skipanin av vegaføringini í Sandvík og Hvalba, gerast í samstarvi við náttúrufyrisitingina á Umhvørvisstovuni og lokalu myndugleikarnar á staðnum.

Samgongumeirilutin hevur tí eitt broytingaruppskot, har hesar ásetingar verða settar inn í lógaruppskotið, tá tað kemur til 2.viðgerð.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini tekur ikki undir við at kanna nærri alternativu linjuføringina, ið privati tunnilsbólkurin skjýtur upp, ta sonevndu Múlaleiðina.

 


Beinir Johannesen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Andstøðan hvør sítt álit

Teir tríggir andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini hava hvør sítt álit.

Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum mælir til, at tunnilsfelagið í sínum fyrireikingararbeiði er í tøttum samstifti við avvarðandi kommunur - tað eru Sands, Húsavíkar og Hvalbiar kommunur - um at finna loysnir, tá vegaføringar í kommununum skulu kortleggjast.

Eisini mælir Beinir Johannesen til, at føroyskar fyritøkur í størst møguligan mun sleppa upp í part. Tí mælir hann til, at samlaða verkætlanin verður - har tað ber til - boðin úr í pørtum, so føroyskar fyritøkur og arbeiðsmegi kunnu fáa lut í verkætlanini. 

Beinir Johannesen tekur annars undir við lógaruppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

 


Magnus Rasmussen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Alternativa farleiðin betra loysnin

Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum minnilutaáliti, at alternativa farleiðin - tann sum privati tunnilsbólkurin mælir til - er avgjørt betra loysnin til undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Tí, sigur Magnus Rasmussen, hevur løgtingið skyldu til at fyrireika og prosjektera ta bestu linjuføringina, sum eisini gevur bestu samfelagsnyttuna. Tað er tann alterantiva farleiðin, og tað er tí henni, vit eiga at fara eftir.

Magnus Rasmussen hevur tí eitt broytingaruppskot, har tað í lógaruppskotinum kemur at standa, at alternativa linjuføringin skal kannast, prosjekterast og bjóðast út.

 


Steffan Klein Poulsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Djúpadalsleiðin tann besta

Triði minnilutin, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sigur í sínum minnilutaáliti, at løgtingið er farið alt ov djúpt niður í smálutirnar í hesum máli.

Løgtingið eigur ikki at taka støðu til annað, enn um vit skulu fyrireika ein Suðuroyartunnil, og um so er, hvør linjuføring veljast skal. 

Steffan Klein Poulsen er sannførdur um, at linjuføringin, sum P/F Suðuroyartunnilin mælir til, er tann besta.

Djúpadalsleiðin passar best til fíggjarliga partin og trygdina, og jarðfrøðin sær eisini góð út. 

Múlaleiðin hevur - heldur tingmaðurin - eina størri nyttu fyri brúkaran, tá ið tunnilin verður tikin í brúk, við tað at samlaða farleiðin verður styttri. Men her fylgja størri óvissur við, tá sjálv verkætlanin skal fremjast, skrivar Steffan Klein Poulsen.

Av øðrum politiskum ávum - tað eru viðurskiftini millum Miðflokkin og løgmann - sigur Steffan Klein Poulsen, at Miðflokkurin tekur støðu til málið í tingsalinum.

Les alt álitið her.

Uppskotið um Suðuroyartunnilin kemur til aðru viðgerð í tinginum mánadagin, og tá verður eisini atkvøtt í málinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418