Beinleiðis: Fylg veðrinum minutt fyri minutt

Beinleiðis: Fylg veðrinum minutt fyri minutt
Ein bingja hevur knúst fleiri bilar, eitt skip er rikið á land og streymurin er farin í meginpartinum av landinum. Fá yvirlit yvir støðuna her
Fylg veðrinum minutt fyri minutt í yvirlitinum niðanfyri her
Mynd: theyr.tv  
 
15.12.2013 - 18:21

Yvirlitið verður ikki dagført meira

08:40 Streymurin er aftur farin ymsastaðni í Havn. SEV sigur við Kringvarpið, at arbeitt verður at fáa streymveitingina støðugari

08:22 Norðari Ringvegur í Havn er framvegis stongdur, eftir at ein háspenningarlinja slitnaði, og datt niður á koyribreytina

00:05 Løgreglan boðar frá, at ódnarveðrið er hasað av. Samanlagt fekk løgreglan í dag fráboðanir um 273 skaðar

Omanfyri: Fráboðanir frá mánadegnum 16. desember 2013

23:32: Fleiri havnaborgarar fáa streymin aftur. Enn er streymurin ikki komin aftur í Hoyvík og pørtum av Havnini

22:17 Ein bilur, ið letur flogførunum brennievni, er fokin á flogvøllinum og liggur á takinum, skrivar vp.fo

22:06 Fleiri bjargingar- og sløkkilið boða frá, at vindurin er minkandi ymsastaðni kring landið

22:01 Ein tekja reiv í Kvívik fyrr í kvøld. Takplátur kunnu vera til ampa fyri bilførarar omanfyri Kvívík

21:53 Í seinasta lagi á miðnátt hava allir føroyingar væntandi fingið streymin aftur, boðar SEV frá

21:50 Løgreglan fær framvegis nógvar fráboðanir um skaðar. Higartil eru 207 fráboðanir komnar

21:39 Sløkkiliðið hevur nú tamarhald á støðuni í Havn, og hevur veitt hjálp, har neyðin hevur verið størst

21:23 Bingjur í Havn fuku á havnalagnum fyrr í kvøld, upplýsir Tórshavnar Havn. Fimm bilar hava fingið skaða

21:05 Í Fuglafirði fuku 40-fóts bingjur á havnalagnum fyrr í kvøld. Nú hevur bjargingarliðið tamarhald á støðuni

20:53 Meginparturin av landinum hevur nú fingið streymin aftur. Tó eru øki í Havn, sum ikki hava fingið streymin aftur

20:52 Partur av tekjuni á nýggja røktarheiminum i Klaksvík er farin i nógva vindinum, skrivar Norðlýsið

20:46 Eldrasambýlið á Tvøroyri hevur fingið skaða í nógva vindinum fyrr í kvøld, boðar bjargingarfelagið í Suðuroy frá

20:36 Fráboðanir koma til Kringvarpið, um at streymurin er komin aftur ymsastaðni í landinum

20:28 MRCC upplýsir, at Brimil er á veg á Kollafjørð at koma russiska skipinum, ið sleit, til hjálpar

20:25 Løgreglan hevur nú fingið 140 fráboðanir um skaðar kring alt landið. Eingin fólkaskaði er hendur

19:40 Ein bingja í Kollafirði hevur knúst fleiri bilar. Í einum bili sat ein maður kleimdur. Maðurin er fingin út í øllum góðum

19:09 Løgreglan fær fráboðan um, at eitt russiskt skip í Kollafirði hevur slitið, og er farið á land á Signabø

19:07 Streymurin er nú eisini farin í Sandoy og Vágum

18:52 Løgreglan heitir enn einaferð á fólk um at halda seg innandura, tí nógv leysafæ fýkur runt í nógva vindinum

18:52 Løgreglan boðar frá, at umleið 70 stormskaðar eru fráboðaðir, mest í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðurstreymoy

18:40 Tekjan á Vinnuháskúlanum í Havn er rivin, boðar løgreglan frá. Tekjan reiv stutt fyri klokkan seks

17:50 Háspenningslinjur í Tórshavn detta niður á Norðara Ringvegi, millum Kringvarpshúsið og bilasøluna hjá Auto Service

17:42 Streymurin fer í stórum parti av landinum

15:43 Løgreglan heitir á fólk kring alt landið um at halda seg innandura og ikki koyra millum bygdir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321