Politiskur eygleiðari: Tingfólk vóru rikin í rætt

Politiskur eygleiðari: Tingfólk vóru rikin í rætt
Árni Gregersen, politiskur eygleiðari, kundi vera eitt sindur bakklókur, tí lagnudagurin í løgtinginum gekk soleiðis, hann hevði spátt. Fólk vóru rikin í rætt áðrenn
 
23.02.2026 - 18:55

"Um eg kann vera eitt sindur bakklókur, og tað kann eg loyva meg viðhvørt, so gekk dagurin í dag akkurát sum eg roknaði við."

Tað sigur Árni Gregersen, politiskur eygleiðari. 

"Tað hevur verið spenningur, men um vikuskiftið eru fólk rikin í rætt av flokkunum. Tað merkti tú beinavegin í morgun, tí tað var ikki tann stóri spenningurin, sum onkuntíð hevur verið, tá mál hava hingið í einum klønum tráð."

Stóri spenningurin var um uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, og hóast málið varð samtykt við aðru viðger í dag, so verður triðja viðger mikudagin. 

"Nú var bara ein atkvøða á muni, so tað er altíð vand fyri, at onkur kann leypa yvirum, áðrenn triðja viðger verður. Um tað hendir, fáa vit at síggja, men tann einasti, ið eg síggi, ið kann finna upp á tað, er Ingilín D. Strøm, ið vil hava arbeiðsvikuna stytta, um pensjónsaldurin skal hækka."

Hoyr samrøðuna við Árna Gregersen í tíðindunum. 

Arni_Gregersen_um_lagnudagin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890