Her gongur faldurin

Her gongur faldurin
Borast skal einar 1.500 metrar í faldinum út fyri Skarvanesi samært jarðfrøðiligu frágreiðingini hjá Jarðfeingi.
Faldin uttanfyri Skarvanes er millum ljósareyðu og bláu linjuna
 
25.02.2026 - 11:38

Vit hava hoyrt um ein fald uttan fyri Skarvanes, men hvar er hann? og hvat merkir tað fyri tunnilsarbeiðið?

Á myndini, sum er frá jarfrøðiliga frágreiðingini frá Jarðfeingi sæst hvar faldurin gongur. Hann er millum ta ljóðsareyðu og ta bláu linjuna á kortinum.

Tað er fyri tað fyrsta ikki lætt at siga, hvat tað merkir fyri tunnilsarbeiðið, tí sambært frágreiðingini hjá Jarðfeingi, vita tey ikki nóg nógv um faldin enn til at siga tað. 

Men vit vita nøkunlunda hvar hann gongur, og mett verður at man skal ígjøgnum hann tríggjar ferðir, um man fer frá Skarvanesi móti Skúgvoy, og borast skal einar 1.500 metrar í honum. 

Tilfarið í faldinum er ikki neyðtruviliga knúst grót, sum onkur vil vera við, men tað hellur upp móti 20 stigum og vit vita ikki hvussu tað reagerar, tá tað hellur.

Føroyar er sum ein lagkøka, tá tað kemur til jarðfrøði - har er basalt og so er annað bleytari tilfar ímillum - ein spurningur, sum er ósvaraður er, hvussu til dømis tað bleyta tilfarið reagerar, tá tað grótlagið hevur eitt stórt hall, sum skapar eitt trýst og vatn kemur til. Tað eru slík viðurskifti, sum eiga at vera kannaði væl, sambært endaligu frágreiðingini hjá Jarðfeingi.  

Sum tað sæst á kortinum rakar hann møguliga "Múlaleiðina" nakað - tó tað er á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527