Bjørt Samulsen gevst í politikki

bannari
Bjørt Samulsen gevst í politikki
- Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú, skrivar hon á Facebook-vanga sínum í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2026 - 18:33

Hon takkar politisku starvsfeløgum sínum fyri kjakini og samstarvið tvørturum floksmørk.

Hon skrivar á Facebook-vanga sínum: "Gleði meg at royna ótroyttar gøtur, ella at taka táttin uppaftur, har eg slepti, tá eg nokkso brádliga valdi at gerast politikari. At mær skuldi unnast so mong ár sum fólkavald í Løgtinginum, hevði eg ikki droymt um."

Á løgtingsvalinum í desember 2022 fekk Bjørt Samuelsen næst flestar atkvøður, 759 atkvøður, - bert tríggjar atkvøður færri enn táverðandi formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sum fekk 762 atkvøður.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655