Vilja broyta áskoðanina á demensrakt

Vilja broyta áskoðanina á demensrakt
Við heimildarfilminum Human Forever heita filmframleiðarar á samfeløg um at broyta áskoðanina á demens og bøta umstøðurnar hjá demensraktum
Fotografur: Bjarki Thomsen
28.02.2026 - 14:57

26 ára gamli hollendski sjúkrarøktarfrøðingurin, Teun Toebes, og leikstjórin, Jonathan de Jong, hava í meira enn trý ár búð saman demensraktum í 11 londum.

Við filminum "Human Forever" eru teir komnir til Føroya við eini áheitan um at broyta áskoðanina á demens og bøta umstøðurnar hjá teimum.

Upprunaliga var ætlanin at siga eina meira fjølbrotta søgu um at hava demens, tá ið tær á fyrsta sinni hittust fyri fimm árum síðani.

- Á ferðini hava fleiri m.a. greitt okkum frá, at tað, sum særir tey mest er, hvussu samfelagið fer við teimum, sigur Teun Toebes, filmframleiðari.

Eftir at hava vitjað á fleiri demensheimum ymsastaðni í heiminum, heita teir á samfeløg um at broyta áskoðanina á demens.

- Vit halda avgjørt, at um vit hava eina aðra áskoðan á demens, so skipa vit okkum øðrvísi, sigur Teun Toebes.

 

Sambært Nainu Túgvustein, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, er upplýsing ein máti at bøta umstøðurnar hjá demensraktum.

Hoyr eisini Nainu Túgvustein greiða frá í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554