ST-aðalskrivarin: Altjóða friðurin er í vanda

ST-aðalskrivarin: Altjóða friðurin er í vanda
- Álopini hjá USA og Ísrael móti Iran, og eftirfylgjandi mótálopini úr Iran í øllum økinum nærhendis, seta altjóða frið og trygd í vanda, sigur Guterres
António Guterres, ST-aðalskrivari, ávarar um, at altjóða friður og trygd eru í vanda.
Mynd: Savnsmynd (Heather Khalifa/Reuters/Ritzau Scanpix)  
 
01.03.2026 - 14:35

ST-aðalskrivarin, António Guterres, fordømir harðskapin og ávarar um, at altjóða friður og trygd eru í vanda.

- Álopini hjá USA og Ísrael móti Iran, og eftirfylgjandi mótálopini úr Iran í øllum økinum nærhendis, seta altjóða frið og trygd í vanda, sigur Guterres í almennari fráboðan, sum altjóða miðlar endurgeva.

- Eg heiti á allar partar um alt fyri eitt at gevast. Um teir ikki gera tað, er vandi fyri ógvisligum ófriði í øllum miðeystri við álvarsligum fylgjum fyri sivilfólk og fyri tryggleikanum og støðufestinum í økinum.

Á kreppufundi í ST trygdarráðnum í New York í gjár, segði amerikanski sendimaðurin, Mike Waltz, at álopini vóru vend móti ávísum og strategiskum málum, nevniliga at sleppa av við hóttanir móti allieraðum og at tryggja, at iranska stýrið ikki kann hótta heimin við kjarnorkuvápnum. 

Ísraelski sendimaðurin, Danny Danon, segði sambært AP tíðindastovuni, á fundinum, at Ísrael - saman við USA - framdi atgerðir til tess at steðga støðugum hóttanum móti Ísrael, tess sameindu og móti trygdini í øllum heiminum.

- Tá eitt einaræðisstýri messar "deyði yvir Ísrael" og "deyði yvir Ameriku", taka vit hetta í álvara. Vit trúgva teimum og vit handla. Endamál okkara er greitt, segði ísraelski sendimaðurin.

USA og Ísrael brustu, sambært AP tíðindastovuni, á fundinum saman við Iran. ST aðalskrivarin og fleiri onnur lond heittu á partarnar um at gevast við álopunum og heldur fara undir samráðingar til tess at forða fyri, at stríðið og bardagarnir skulu spjaða seg í økinum og aðrastaðni við.

ST aðalskrivarin, António Guterres segði á fundinum, at alt eigur at verða gjørt til at fyribyrgja, at stríðið harðnar.

- Vandin er, ávaraði hann, at stríðið spjaðir seg, og tað fer at hava við sær álvarsligar fylgjur fyri sivilfólk og fyri trygdina í økinum.

Guterres segði, at álopini hjá USA og Ísrael eru í stríði við altjóða lóg, millum annað ST-sáttmálan.

Guterres fordømdi eisini hevndarálopunum hjá Iran.

Russland fordømdi á fundinum álopini hjá USA og Ísrael.

- Atsóknirnar móti Iran í dag hava longu elvt til, at harðskapurin í økinum er nógv verri, og kann eisini fara at breiða seg, ávaraði russiski sendimaðurin, Vasily Nebenzia, um.

ST-trygdarráðið kom saman í gjárkvøldið klokkan níggju okkara tíð at viðgera støðuna í Miðeystri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040