Føroyskt badminton góð úrslit í danskari kapping

Føroyskt badminton góð úrslit í danskari kapping
Fleiri góð úrslit komu til høldar, tá fleiri føroyskir badmintonleikarar kappaðust til kapping í Odense um vikuskiftið
Føroyski badmintonhópurin sum var við í kapping í Odense um vikuskiftið
Mynd: Badmintonsamband Føroya  
 
01.03.2026 - 21:21

Fleiri góð úrslit komu til høldar, tá ein hópur av føroyskum badmintonleikarum kappaðust í Odense um vikuskiftið.

Í M-deildini, sum er ovasta deildin undir elitudeildini, komu tvey føroysk pør í hálvfinalurnar. Í tvímansleiki taptu Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen 2-1, og í blandaðum tvímansleiki taptu Miriam í Grótinum og Rúni Øster við tveimum settum ímóti ongum.

Miriam í Grótinum spældi seg í fjórðingsfinaluna í einmansleiki, og Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen og Sanna og Mia Thorkildshøj rukku eisini fjórðingsfinalunum í tvímansleiki.

Í A-deildini, sum er deildin beint undir M-deildini, gjørdu Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen bart í tvímansleiki og vunnu gull við 2-1 sigri í finaluni. Tær taptu 25-23 í fyrsta setti, men vunnu síðan trygt 21-14 og 21-16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040