Fyrsta við svørtum belti

Fyrsta við svørtum belti
Sanna Nolsøe Djurhuus gjørdist um vikuskiftið fyrsta føroyska kvinnan við svørtum belti í judo. Hon ætlar sær at arbeiða fyri, at fleiri kvinnur røkka sama máli
10.03.2026 - 13:28

Sanna Nolsøe Djurhuus hevur skrivað føroyska judosøgu sum fyrsta føroyska kvinnan við svørtum belti.

 - Tú byrjar við hvítum belti, og so arbeiðir tú teg upp ígjøgnum ymiskar litar, tekur ymsar royndir, og tá tú so hevur tikið svarta beltið, er tað beltið, sum tú ert í restina av lívinum, so tað er nokkso stórt, sigur hon.

Hetta er ein merkisdagur fyri Judo Føroyar, heldur formaðurin, Petur Sigurð Johannesen, og Sanna Nolsøe Djurhuus ætlar, at fleiri kvinnur skulu røkka svarta beltinum.

 - Fyri meg merkir tað kanska, at eg fegin vil, at fleiri kvinnur røkka sama máli, um tær seta sær sjálvari sama máli. Eg kundi gott hugsað mær, at tá gentur og kvinnur koma til venjing, síggja tær eitt svart belti og hugsa: "Hatta ætli eg mær eisini", sigur Sanna Nolsøe Djurhuus.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083