Miðnám á Kambsdali bjóðar nýggja útbúgving í føroyskum sum annaðmál

Miðnám á Kambsdali bjóðar nýggja útbúgving í føroyskum sum annaðmál
Mett verður, at hvørt ár koma millum 20 og 30 ung úr fólkaskúlanum, oftast av útlendskum uppruna, uttan grundleggjandi førleikar í føroyskum
Miðnám á Kambsdali.
 
10.03.2026 - 12:00

Nógv ungfólk av útlendskum uppruna koma úr fólkaskúlanum, uttan grundleggjandi førleikar í føroyskum.

- Avleiðingin av tí er, at tey missa møguleikan at fáa lærupláss ella útbúgving. Og tað vilja vit gera nakað við.

Tað sigur Christian Joensen, rektari á Miðnámi á Kambsdali, sum nú bjóðar nýggja útbúgving í føroyskum sum annaðmál fyri ung.

 


Christian Joensen er rektari á Miðnámi á Kambsdali.

 

Mett verður, at hvørt ár koma millum 20 og 30 ung úr fólkaskúlanum, oftast av útlendskum uppruna, uttan grundleggjandi førleikar í føroyskum.

Í fyrstu atløgu er talan um eitt royndarár, men rektarin heldur, at tørvur er á útbúgvingini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10032026_Midnam_a_Kambsdali

 

Kristian Joensen, rektari og Christina Jensen, FSA-samskipari á Miðnámi á Kambsdali, vóru gestir í Góðan Morgun Føroyar í morgun.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227