Livebloggur í sambandi við Trapputingið úr Salti her á heimasíðuni

bannari
Livebloggur í sambandi við Trapputingið úr Salti her á heimasíðuni
Valevnir úr Sambandsflokkinum, Sjálvstýri og Tjóðveldi viðmerkja Trapputingið úr Salti, har veljarar í Suðuroynni sleppa til orðanna um ráðfestingarnar næstu fýra árini
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
13.03.2026 - 14:09

Kl. 19.20 í kvøld verður fyrsta Trapputingið í sambandi við løgtingsvalið sent beinleiðis í sjónvarpinum úr Salti í Suðuroy.

Trapputingið er valsending, ið er ognað veljarunum, har veljararnir sleppa til orðanna at siga sína meining um, hvørji mál eiga at raðfestast politiskt komandi fýra árini.

Í sambandi við Trapputingini verður eisini ein livebloggur her á heimasíðuni, har valevnir kunnu viðmerkja tað, ið kemur fram á Trapputinginum. 

Í kvøld eru tað Erhard Joensen úr Sambandsflokkin, Jóhan M. Stenberg úr Sjálvstýri og Dennis Holm úr Tjóðveldi, ið fáa høvi at viðmerkja Trapputingið. 

Livebloggur kann síggjast her á heimasíðuni frá klokkan 19. 

 

LES EISINI: Suðuroyingar á Trapputingi: Fráflyting, tunnil og javnbjóðis kor

 

Fýra Trapputing

Trapputingini, sum verða fýra í tali, eru ikki almenn. Tey verða send soleiðis: 

13. mars (í kvøld): Suðuroy, kl. 19.20
16. mars, mánakvøldið: Havn, kl 20.00
18. mars, mikukvøldið: Klaksvík, kl. 19.00
22. mars, sunnukvøldið: Oyrasund, kl. 19.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928