Suðuroyingar á Trapputingi: Fráflyting, tunnil og javnbjóðis kor

bannari
Suðuroyingar á Trapputingi: Fráflyting, tunnil og javnbjóðis kor
Sterkar meiningar vera at hoyra, tá ið suðuroyingar í annaðkvøld kjakast um tað, teir meta, eru millum týdningarmestu evnini at seta á skrá komandi valskeið
Veljarar í høllini á Hálsi til løgtingsvalið 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2026 - 16:00

Í fýra pørtum fáa veljarar høvi at siga sína meining og varpa ljós á tað, sum, teir halda, hevur týdning komandi valskeið. 

Fríggjakvøldið verður Trapputing hildið í Suðuroy, og tá fer kjakið at nerta við evni sum fráflyting, Suðuroyartunnil og javnbjóðis møguleikar.

 

Skal vera líka fyri øll

- Okur øll sum búgva her eiga at fáa javnbjóðis møguleikar. Tað er neyðugt, um okur skulu kunna flyta okum og menna okum sum samfelag. 

Tað sigur Marita Gunnarstein Nielsen.  

Hon er ein av tíggju suðuroyingum, sum verður við á Trapputingi, sum í annaðkvøld verður hildið í Salti á Tvøroyri. 

 

Tunnilin er avgerandi 

Eisini Suðuroyartunnilin verður á skrá.  

Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe úr Trongisvági hevur sterkar meiningar um júst tunnilin. 

- Um tvey ár skal avgerðin takast, um vit skulu fara í gongd við at bora ella ei, og sannleikin er tann, at skal tað vera lív lagað á oynni frameftir, so noyðast vit at hava ein tunnil.

 

Íløgan má kannast út í æsir

Trygvi Olsen er eisini sannførdur um, at Suðuroyatunnilin er týdningarmesta evnið til hetta løgtingsvalið.

Sambært honum eiga fyrimunir og vansar at vera lýstir væl og viðgjørdir til hetta valið.

Tí er tað sambært honum umráðandi at vita júst, hvørja støðu politikarar hava til evni, tá ið krossurin skal setast.

 

Yvirlit yvir sendingar í samband við løgtingsvalið 2026 

 

Trapputingið á rundferð  

Kjaksendingin Trapputing verður send komandi tvær vikurnar úr fýra ymiskum støðum.

Meðan Trapputingið verður sent, fara valevni at viðmerkja tey evni, ið veljararnir koma við, á einum live-bloggi á heimasíðu okkara.

Eftir hvørja sending vera viðmerkjarar í útvarpsstovuni og skoyta uppí kjakið og taka samanum.

 

Soleiðis senda vit

Suðuroy fríggjakvøldið 13. mars 2026, kl. 19.20

Havn mánakvøldið 16. mars 2026, kl 20.00

Klaksvík mikukvøldið 18. mars 2026, kl. 19.00

Oyrasund sunnukvøldið 22. mars 2026, kl. 19.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941