Sjálvstýri: Avlop á fíggjarlógini og minni skattur hjá lág- og miðalløntum

bannari
Sjálvstýri: Avlop á fíggjarlógini og minni skattur hjá lág- og miðalløntum
Sjálvstýri hevur lagt valskránna til løgtingsvalið fram
Sámal Petur í Grund, floksformaður, legði valskránna hjá Sjálvstýri fram fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2026 - 13:50

Sjálvstýri leggur dent á búskapin, familjuna og størri sjálvræði

Flokkurin vil hava av á fíggjarlógini, lægri skatt til lág- og miðallønt, og so vil flokkurin broyta bústaðarstuðulin, so býlisstuðul verður givin - heldur enn rentustuðul.

Sjálvstýri legði fyrrapartin valskránna til løgtingsvalið fram. 

Sámal Petur í Grund er formaður í Sjálvstýri:

 

13032026_Samal_Petur

 

Á sosiala økinum vil Sjálvstýri millum annað leingja barsilstíðina, hækka barsilsgjaldið og stytta bíðitíðina eftir hjálp til børn og ung, sum hava serligan tørv.

Valskráin leggur eisini dent á vinnu- og útbúgvingarmøguleikar, til dømis við at menna ferðavinnuna, styrkja landbúnaðin og útbyggja útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.

Og á sjálvstýrisøkinum stendur flokkurin enn fast við sítt sjónarmið, at sjálvræðið skal takast stig fyri stig.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928