Trapputing í Tórshavn: Bústaðir til vanlig fólk

bannari
Trapputing í Tórshavn: Bústaðir til vanlig fólk
Í kvøld verður Trapputingið sent beinleiðis av Argjahamri, og umframt bústaðarmøguleikar fyllir Suðuroyartunnilin eisini í miðstaðarøkinum
Elin Winter Poulsen er vertur í sendingini Trapputing, sum verður send í samband við løgtingsvalið 2026
Mynd: savnsmynd  
 
16.03.2026 - 12:42

Onnur sending í røðini Trapputing verður at síggja beinleiðis í sjónvarpinum í kvøld.  

Hesa ferð eru tað havnarfólk, sum siga sína meining.

Evnini fevna breitt, men eingin ivi er um, at orðaskiftið um Suðuroyartunnilin ikki er slept enn.

 

Ein týðandi íløga 

Fríggjakvøldið varpaðu suðuroyingar ljós á Suðuryatunnilin, sum teir ikki mettu, at vit í Føroyum kunnu klára seg uttan. 

Og nú heldur orðaskiftið fram í miðstaðarøkinum. 

Leif Hansen er millum tey, sum fara at kjakast í kvøld. Fyri Leif er tað umráðandi at seta orð á raðfestingar í sambandi við íløgur.

Hann setur millum annað spurningin: Hvat merkir ein íløga sum Suðuroyartunnilin fyri aðrar íløgur? 

 

Bústaðir til vanlig fólk 

Bústaðarneyðin er eisini eitt heitt evni í høvuðsstaðnum.

Um tað stendur til Annu Margit Dalsgaard, er neyðugt at byggja bústaðir, sum vanlig fólk klára at fíggja, sum hon tekur til. 

Men tað er ikki einans neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum eru her. 

Eisini tey ungu, sum flyta av landinum í lestrarørindum, mugu hava okkurt at flyta heimaftur til. Tað noyðast vit at gera nakað við, heldur Anna Margit Dalsgaard.  

 

Útoyggjar mugu ikki gloymast 

Eisini samferðslan eigur at vera sett á breddan, heldur Aðalbjørg Linklett, sum býr í Nólsoy.

Sambært henni, so er samferðslan til útoyggj ikki nøktandi í løtuni, og eigur at vera raðfest av politikarum komandi valskeið.

Hetta, og nógv annað, verður at síggja og hoyra, tá ið sterkar meiningar verða førdar fram á Trapputinginum av Argjahamri í kvøld kl. 20.00. 

 

Soleiðis verður Trapputingið sent:

Havn, í kvøld 16. mars, kl. 20.00 
Klaksvík, mikukvøldið 18. mars, kl. 19.00 
Oyrasund, sunnukvøldið 22. mars, kl. 19.00 

Áður send Trapputing:

Suðuroy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928