Landsrætturin staðfesti dóm um kynsligan ágang

Landsrætturin staðfesti dóm um kynsligan ágang
Maðurin fekk níggju mánaða fongsulsrevsing - tríggir mánaðir eru treytaðir
Umframt fongsulsrevsingina er maðurin dømdur at gjalda 40.000 kr. í endurgjaldi.
 
19.03.2026 - 12:20

Eystari landsrættur staðfesti dómin móti einum 38 ára gomlum manni, sum var dømdur í Føroya rætti fyri kynsligan ágang móti 12 ára gamlari gentu.

Hetta var, sambært ákæruritinum, í 2007.

Talan er um grein 222 í revsilógini, sum er um samlegu við barn undir 15 ár.  

Maðurin fekk níggju mánaða fongsulsrevsing.

Tríggir mánaðir eru treytaðir.

Maðurin noktaði seg sekan.

Hann er eisini dømdur at rinda 40.000 kr. í endurgjaldi fyri kynsliga ágangin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025