Stóru bygdirnar hava einki valevni

bannari
Stóru bygdirnar hava einki valevni
Einki valevni hevur skrásettan bústað í Hvalba, Kvívík, Sumba og Viðareiði
Valstríðið er hæddini - her í Tinggáttini í sjónvarpinum - men í fleiri stórum plássum í landinum eru eingi valevni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2026 - 10:46

Stóru bygdirnar hava einki valevni.

160 fólk stilla upp til løgtingsval hesa ferð, men einki valevni hevur skrásettan bústað í størri bygdum sum Hvalba, Kvívík, Sumba og Viðareiði.

Nógv flestu valevni hava skrásettan bústað í Havn. 74 valevni búgva í Havn, Hoyvík og á Argjum, umframt eitt valevni á Hvítanesi.

Tað skriva valurslit.fo

 

628 fólk í Hvalbiar kommunu

628 fólk búgva í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvalba, Nes og Sandvík. Í Hvalbiar kommunu er einki valevni hesa ferð.

Í Viðareiðis kommunu, sum telur 333 fólk, er heldur einki valevni, og í Kvívíkar kommunu er eitt valevni, sum hevur bústað á Stykkinum, men einki valevni hevur bústað í Kvívík. Í Kvívík búgva meira enn 400 fólk.

Einki valevni hevur bústað í Sumba hesa ferð, men eitt valevni býr á Økrum, sum er partur av Sumbiar kommunu.

Tað eru annars færri og færri, sum stilla upp til løgtingsval, skriva valurslit.fo.

 

Minni áhugi at stilla upp

Tá Føroyar vóru skipaðar í eitt valdømi til løgtingsvalið í 2008, løgdu flokkarnir seg eftir at savna ein størri part av atkvøðunum hjá einstøkum valevnum, og tølini siga, at tað hevur ávirkað hugin at stilla upp.

Í 1998 vóru 272 valevni. Í 2026 eru tey sum nevnt 160. Tað er ein minking upp á góð 41 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120