Óbroytt lið til avgerandi dystir

Óbroytt lið til avgerandi dystir
Teir somu 16 spælararnir, sum vunnu heima og taptu úti ímóti Portugal, skulu royna at tryggja Føroyum EM-pláss, tá Ísland og Montenegro bíða í apríl
Føroyar vunnu á Portugal á heimavølli, men taptu úti eftir ein lakan fyrra hálvleik
Mynd: EHF  
 
23.03.2026 - 16:02

Somu 16 spælararnir, ið vóru í hópinum, tá Føroyar vunnu á og taptu fyri Portugal í undankappingardystum tíðliga í mars, skulu royna at tryggja Føroyum pláss í EM-endaspælinum í apríl.

Landsliðsvenjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hópin út, sum tekur ímóti Íslandi við Tjarnir og vitjar í Montenegro í 5. og 6. umfari av undankappingini fyrst í apríl. Hesir dystirnir fara at avgera EM-lagnuna hjá Føroyum.

Eydnast at vinna á Íslandi 8. mars, er EM-plássið mest sannlíkt tryggjað. Tapa Føroyar hinvegin, er alt opið áðrenn dystin í Podgorica 12. apríl. 

Føroysku kvinnurnar vunnu tepurt á Íslandi í 1. umfari av undankappingini í heyst, men síðan hava Føroyar tapt ein venjingardyst og HM-dyst ímóti grannatjóðini, sum er undir trýsti, tá hon vitjar við Tjarnir. 

Montenegro er fremst í bólkinum við seks stigum, Føroyar og Portugal hava fýra stig í part, men Føroyar eru betur í innanhýsis roknistykkinum, og Ísland hevur tvey stig.

 

Føroyski hópurin

Málverjar
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Bakkar
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)

Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786