10 høvdu vælrætt - fýra sótu í valhølinum

10 høvdu vælrætt - fýra sótu í valhølinum
Fyrr í dag vitjaðu vit valstaðirnar í tveimum grannabygdum í Eysturoynni. Tá høvdu ikki nógvir veljarar verið framvið
24.03.2026 - 18:12

"Oyndarfjørður hellur."

Tey flestu kenna skeivu linjuna úr tekstinum hjá Gunnleifi Thomsen, sum Niels Midjord, sáli, gjørdi lag til og gav út.

Men grannabygdirnar Oyndarfjørður og Hellurnar eru eisini tvey av minnu valstøðunum í landinum. Serliga Hellurnar

"Okur eru í bønhúsinum á Hellunum," greiðir Jórun Eið Johannesen, valstýrisforkvinna á Hellunum.

"Valstaðið er her í bønhúsinum, og tað hevur tað verið nógv tey seinastu árini," sigur hon.

Bert 10 fólk hava valrætt á Hellunum, og fýra av teimum sótu í bønhúsinum, tá Kringvarpið kom á gátt á middegi. Atkvøðukassin var skralltómur tá, og so er spurningurin, um uppmøtingin hevur tikið dik á seg síðani.

Í Oyndarfirði hava 108 valrætt, og um middagsleitið høvdu 26 atkvøtt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985