Bakkafrost letur 205 milliónir í vinningsbýti

Bakkafrost letur 205 milliónir í vinningsbýti
Nevndin, sum tilnevnir nevndarlimir, mælir til, at allir nevndarlimir vera afturvaldir
Bakkafrost letur 205 milliónir kr. í vinningsbýti fyri 2025, og tað eru tríggjar krónur og 45 fyri partabrævið.
 
30.03.2026 - 08:17

Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti tann 30. apríl kemur nevndin við uppskoti um, at 205 milliónir krónur skulu latast í vinningsbýti.

Tað eru tríggjar krónur og 45 oyru fyri partabrævið.

59 milliónir og 420.290 partabrøv eru í Bakkafrosti.

Nevndin, sum tilnevnir nevndarlimir, mælir til, at allir nevndarlimir vera afturvaldir.

Og hon mælir til, at norðmaðurin Henrik Heiberg kemur í nevndina. 

Hann hevur millum annað verið fíggjarstjóri hjá Mowi frá 2006 til 2015.

Uppskot er eisini um, at nevndarformaðurin í Bakkafrosti seinastu 16 árini, Rúni M. Hansen, heldur fram sum nevndarformaður.

Uppskot er um, at nevndarlimir fáa 276.300 krónur í ár.

Formaðurin skal fáa 552.600 kr.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890