Sjómaður úr Skúgvi gjørdist heiðraður listamaður í USA

Sjómaður úr Skúgvi gjørdist heiðraður listamaður í USA
2. páskadag sendir útvarpið dokumentarisk ljóðmyndina "Sjómaður úr Skúgvi - heiðraður sum listamálari í Kalifornia" eftir Magna Arge
Hanus Skálagarð málaði skip og bátar til hann legði árarnar inn í 2017, 93 ára gamal
Mynd: KTEHTV  
 
04.04.2026 - 20:00

Hanus Skálagarð.

Um navnið ikki sigur sær so nógv, so hjálpir tað nokk heldur ikki at nevna, at Hanus var kendur undir navninum Hans Skalagard í Amerika. 

Handan navnið liggur hugtakandi søgan um ein skúgvoying, ið blaðungur fór til sjós og endaði sum heiðraður listamálari í Kalifornia. 

 

Sjómaður, krígssiglari og marinumálari

2. páskadag sendir útvarpið dokumentarisk ljóðmyndina "Sjómaður úr Skúgvi - heiðraður sum listamálari í Kalifornia" eftir Magna Arge. 

Ljóðmyndin snýr seg um sjómannin, krígssiglaran og marinumálaran Hanus Skálagarð, sum vaks upp í Skúgvi, sigldi í ein mansaldur og gjørdist víðagitin marinumálari í Kalifornia. 

Skúvoyingurin í Amerika hevði í nógv ár sítt egna savn í býnum Carmel By The Sea í Kalifornia. Hetta er ein lítil hugnaligur býur, har eldri múgvandi fólk búgva.

Kendastur er býurin fyri at hava havt filmsjónleikaran Clint Eastwood sum borgarstjóra eitt tíðarskeið í 80-árunum. Tað vildi soleiðis til, at savnið hjá Hanusi Skálgarð og skrivstovan hjá Clint Eastwood lógu í sama bygningi, so teir kenstu væl, hevur Hanus greitt frá.  

 

Sendingin hjá Magna Arge 2. páskadag byggir á tilfar og frásagnir frá beiggjanum Hjartvardi Skálagarð og familjuni, samrøður við Hanus Skálagarð hjá Niels Juel Arge og Kára Sólstein úr bandasavninum hjá útvarpinum, greinar úr bløðum og bókum, umframt annað keldutilfar úr Amerika.

Men hví hevur Magni Arge valt at varpa ljós á Hanus Skálagarð. 

 

Hví er søgan hjá Hanusi Skálagarð áhugaverd? 

»Mangur veit frá Ólavi kongi at siga, men hevur ikki sæð hann. Soleiðis verður tikið til í fornum søgum. Hugsi orðatakið lýsir støðuna, tá vit hoyra søgur um fólk, sum vit kortini ikki hava rættiliga greiði á, tí vit hava ongantíð hitt tey. Nakað tað sama kunnu vit siga um listamannin Hanus Skálagarð úr Skúgvi, sum sigldi vandasjógv undir krígnum, og aftaná ein mansaldur á heimshøvunum fór upp á land í Amerika, har hann vann sær virðing sum úrmælingur í listini at mála skip.«

 

Hvør var hesin Hanus Skálagarð, ið bleiv nevndur Hans Skalagard í Amerika?

»Onkur brot úr lívssøguni hava verið frammi um krígssiglingina, grannalagið við heimskenda filmsstjørnuna og leikstjóran Clint Eastwood, og avrik hansara sum marinumálari. Men 2. páskadag fara vit afturum hesar søgurnar og fáa innlit í barna- og ungdómsár Hanus Skálagarð, og leggja síðani dent á at siga frá hansara virkna lív sum listamálari. Hanus var elsti sonur bóndan á Skálagarði í Skúvoy, men tímdi ikki bóndalívið og fór tíðliga út at sigla. Hann var 18 ár, tá hann í 1942 kom yvir til USA. Giftist og búsettist í Kalifornia, men kom ikki upp á land fyrr enn í 1968. Tá fór hann at mála full time. Hann helt á at mála til hann doyði 93 ára gamal, og var tá ein legenda, ið var heiðraður við plássi í Scandinavian Hall of Fame í Kalifornia saman við øðrum selebritetum sum eitt nú Victor Borge.«

 

Hvat vónar tú liggur eftir hjá fólki, tá sendingin er send?    

»Vóni at føroyingar koma at kenna hendan føroyska listamannin betur. Skálagarð livdi mesta av ævi síni á skipi og í Amerika. Hann vitjaði fyrstu ferð aftur í Føroyum í 1973 aftaná 31 ár í útlegd. Tá gjørdi Niels Juul Arge eina samrøðu við hann. Kári Sólstein gjørdi ein stutta samrøðu við hann í 2011. Vit hoyra brot úr teimum í sendingini, men fáa eisini eina kronologiska heild gjøgnum lívið og eina listarliga hugleiðing frá føroyska listamanninum Anker Eli Petersen.«

 

Vangamynd av Hanusi

Áðrenn Hanus Skálagarð legði árarnar inn, so gjørdi ein lokal sjónvarpsstøð í San Jose, Kalifornia, KTEHTV, eina vangamynd av legendariska føroyska mariulistamanninum. 

Vangamyndin liggur á YouTube, har hon er løgd út í 2011. Tað vil siga, at Hanus Húsagarð hevur verið áleið 87 ár, tá vangamyndin er upptikin. 

Hanus Skúlagarð andaðis í mars 2017, 93 ára gamal. 

 

Hvat: "Sjómaður úr Skúgvi - heiðraður sum listamálari í Kalifornia"
Hvar: Í útvarpinum 
Nær: 2. páskadag kl. 14.16

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634