Sleppa nú á Flemish Cap

Sleppa nú á Flemish Cap
Føroyingar eiga 3.433 tons av toski á Flemish Cap tað, sum eftir er av hesum árinum
Flemish Cap er eystan fyri Kanada.
 
03.04.2026 - 12:31

Føroyingar eiga 3.433 tons av toski á Flemish Cap tað, sum eftir er av hesum árinum.

Tað eru 614 tons meira enn í fjør.

Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin í Flemish Cap, er nú lýst og komin í gildi.

Talan er um egnar kvotur hjá føroysku skipunum. 

Tey skip sleppa at fiska, sum í fjør høvdu rætt til til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella tey, sum hesin rættur er fluttur til. 

Stór kvota

Hetta er næst størsta toskakvotan, síðan fiskiskapurin á Flemish Cap byrjaði aftur í 2010. 

Á Grand Bank hava Føroyar góð 80 tons av toski til 15. apríl.

Tað er felagskvota.

Kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru tær somu í ár sum tær vóru í fjør, ávikavist 187 tons og 69 tons.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115