Semingsmenninir kastað frá sær

Semingsmenninir kastað frá sær
Verkfall verður ikki fráboðað í ár, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at nú bar ikki til at slaka meira
 
20.12.2013 - 08:45

Eftir at hava roynt í 16 dagar, kastaðu semingsmenninir frá sær í gjárkvøldið.

Tí eru Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur har, sum tey vóru fyrst í desember, tá Pedagogfelagið sendi boð eftir Semingsstovninum. Semingsstovnurin metti ikki grundarlag vera fyri at leggja semingsuppskot fyri partarnar, og í gjárkvøldið boðaðu semingsmenninir frá, at teir góvust í hesum umfarinum.

Ikki verkfall í ár

Verkfall verður ikki fráboðað í ár, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í tíðindaskrivi frá felagnum. Fyrst verða álitisfólkini kunnað. Síðani verður støða tikin til spurningin um verkfall beint eftir nýggjár.  


- Vit vóru nú komin har til, at vit kundu ikki slaka meira í prinsipiellum viðurskiftum, sigur Maud Wang Hansen.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober, byrjaðu 28.august. Komið varð undir land 3.desember, men so blivu partarnir ósamdir um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598