Vápnahvíldin lættir trýstið á oljuprísin - annars verður størri inflatión

Vápnahvíldin lættir trýstið á oljuprísin - annars verður størri inflatión
Príshækkingar á matvøruhillunum gera tað dýrari hjá fólki at liva, eins og tað verður dýrari at fylla tangarnar við olju og bensini
Malan Johansen, landsbankastjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2026 - 12:19

14 daga vápnahvíldin millum USA, Ísrael og Iran lættir trýstið á oljuprísirnar, í øllum føri fyribils.

Oljan er annars dýrkað meira enn ein triðing, síðani kríggið brast á 28.februar. Orsøkin er fyrst og fremst, at umleið 20 prosent av heimsins olju verða flutt gjøgnum Hormuz-sundið, sum Iran hevur stongt.

- Verður oljuprísurin ikki trýstur niðuraftur, so kunnu vit óttast økta inflatión, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum:

 

08042026_Malan_1

 


Gunnar Mohr.

 

Gongdin við hækkandi oljuprísum, síðani kríggið brast á, kann skjótt merkja matvøruprísirnar. Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu, segði í Degi & Viku í gjárkvøldið, at teirra veitarar longu hava boðað frá príshækkingum:

 

08042026_Gunnar_1

 

Príshækkingar á matvøruhillunum gera tað dýrari hjá fólki at liva, eins og tað verður dýrari at fylla tangarnar við olju og bensini. 

Harumframt koma rentuhækkingar, sum kunnu koma sum ein reaktión frá tjóðbankanum fyri at tálma inflatiónini, sigur stjórin í Landsbankanum:

 

08042026_Malan_2

 


Líkt er til, at Hormuz-sundið fer at lata uppaftur fyri altjóða skipaferðslu. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fyribils er also vápnahvíld galdandi í 14 dagar. Og tað hevur longu lætt trýstið á oljuprísinum á heimsmarknaðinum.

Men verður talan um eitt drúgt kríggj - sum vil avmarka ella heilt steðga flutningin av olju gjøgnum Hormuz-sundið - so kann tað enda við eini størri kreppu, metir Malan Johansen:

 

08042026_Malan_3

 

Sí eisini: Útlit til dýrkandi matvørur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744