Selja Ango og leiga Jupiter fyribils

Selja Ango og leiga Jupiter fyribils
Eigararnir fingu eitt gott boð upp á Ango, men ætlanin er at keypa annað skip seinni
Ango er á veg úr flotanum.
 
08.04.2026 - 13:25

Reiðaríið Ango í Vági fer at selja uppsjóvarskipið Ango, sum felagið keypti í 2022.

Felagið hevur framvegis kvotu, og tí verður Jupiter leigaður frá partafelagnum Hvalnesi fyribils at fiska hana.

 


Jupiter.

 

Heri Godtfred , sum er ein av eigarunum í Ango, sigur, at eitt gott boð kom upp á skipið, og tí var avgjørt at selja.

Men ætlanin er at keypa annað skip seinni. Ango er frá 1999.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08042026_Ango


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928